torsdag, februar 09, 2006

Buzz Aldrin anmeldt i Dimmalætting

Vel, det blir mange poster i dag, sånn kan det gå, kall det postmannens lodd i livet. Buzz Aldrin er tilgjengelig og i salg på Færøyene fra tid til annen og har fått anmeldelser i radio, teve og aviser. Nå er det engang slik at det ikke er mulig å klistre inn radio og teve her, men for dem med interesse for slikt, her er hele stasen fra den færøyske avisen Dimmalætting. Skulle du oppleve at dine færøyske språkkunnskaper ikke er så gode som de burde/engang var kan det røpes at det er en ganske så god anmeldelse fra øyfolket. Hvis jeg skal tro det jeg blir fortalt av dem som forteller meg hva jeg skal tro.

Maðurin, sum vildi vera ókendur – ella the First Band on the Moon
Buzz Aldrin hvar endaði tú í øllum hurlivasanum? Norsk skaldsøga um Føroyar
 Kim Simonsen    
Fríggjadagur 20. januar 2006, kl. 09.48 
15/129 - Skái
 
UMMÆLI 
 »... måtte Færøyerne være det første barnehjemsbarnet, utplasseret og bortgjemt, et land du næsten aldri tænker på før du pludselig en dag læser en kort artikkel om det og tænker men der er du jo, det er jo deg, hvor har du vært i alt m.« 
 
Johan Harstad í skaldsøguni.  
 
16. juli 1969 klokkan 21.17.42 hoyrdist... »Huston, uh...Tranquility Base here, the Eagle has landed«. Tað vóru ikki nógv sum sóu at Buzz Aldrin klokkan 04.15 17 juli 1969 loyp út á mánan, ella at hann sakk tríggjar millimetur niður á mánanum. Buzz var maður nummar tvey á mánanum, men tað veit nærum eingin. 
Árið er 1999. Seinasta løtan áðrenn eina nýggja øld. Her byrjar skaldsøgan »Buzz Aldrin hvor ble det av deg i alt mylderet?« hjá unga normanninum Johan Harstad. Søgan er um Matthias sum er gartnari. Um Niel Armstrong og Buzz Aldrin sum lendu á mánanum. Um damuna hjá honum, ið fór frá honum beint áðrenn nýggja øldin kom.  
Hetta er ein meistarliga vælskriva skaldsøga um at missa seg sjálvan, um svenska popporkestrið The Cardigans, um sorg og kærleika, men eisini um at minnast alt sum er heint seinastu árini, tí hvussu finna vit eina meining við tilveruni tá alt rapar?  
Matthias er føddur sama dag sum mánalandingin í 1969, men hann vil ikki verða kendur. Hann hevur avgjørt at verða ein av hesum sum eingin kennur. Hann hevur tað gott sum eitt vælfungerandi tannhjúl í heiminum. Hann elskar sítt arbeiði. Ein kassa við bókum um rúmdarferðir. Hann hevur ein vin sum spælir tónleik og er nøgdur við at vera ein ókendur gartnari.  
Við eitt verður tilveran vend á høvdið. Aftaná nýggju ár fer daman frá honum. Hann er 30 ár, og hevur mist arbeiði og daman hevur funnið ein annan. Hann situr einsamallur í einari tómari íbúð. Tá vinurin so bjóðar honum til Føroya, at hjálpa orkestrinum á eini konsertferð, tekur hann av. Her byrjar alt at detta saman av álvara fyri Matthias, og ferðin til Føroya gerðst ein langur roadmovie um hansara brotnaða hjartað og sinn.  
 
Eitt ironiskt spæl við tað hátíðarliga 
 
Rithøvundar føddir í 70'arunum, ið nú av álvara eru við at gera seg galdandi, sum t.d. Lars Frost í Danmark (1974) og nú Johan Harstad (1979) eru sera áhugaverdir. Hesir eru, sum eg sjálvur, uppvaksin við MTV, við Amiga telduspølum, Andras Dunnu, WHAM, REM, The Cardigans og túsund øðrum popporkestrum. Vit sum upplivdu Challenger, Tsjernobyl, morðið á Palme og sóu Tom Cruise í Top Gun og Live Aid hava eina aðra rødd. Hesir høvundar hava ikki tað sum bókmentir skrivaðar í 70'unum líða undir, ið er ein politisk indignatión og ein »boðskapisma«.  
Tey sum eru fødd í 70'unum vilja ikki bjarga heimin, ella koma við einum endaligum politiskum sannleika um samfelagið. Hetta eru heldur ikki sum postmodernaðar bókmentir skrivaðar í 80'unum og í 90'unum, ið bert megnaðu at spæla við formin, úrslitið er longu enda sum »formisma« og ein umfatandi konformisma. Hetta er í og fyri seg teoretiskar bókmentir, ið ikki kunnu skiljast uttan seina Roland Barthes og poststrukturalistiska skúlan aftaná 1960'ini, ið serliga gjørdi seg galdandi í 90'unum. 
Bæði í USA og kring øll Norðurlond síggja við ein nýggjan post-ironiskan skaldskap spýra. Amerikanskir høvundar eru t.d. farnir at skriva um 11. september 2001, stutt sakt vit eru vend aftur til »the real«.  
Nýggjast donsku yrkjarnir eru ikki bert smalir avantgarduyrkjarar, men fólk sum Lone Hørslev og Dy Plambeck, ið yrkja modernaðar tragikomiskar yrkingar um heimstaðin og okkara tíð.  
Hetta er ikki ein realistiskur 70'ara skaldskapur, ið er so dustsogin fyri humor og ironi, at hann skal lesast uppi í Norðurlandahúsinum við sjálvhátíðarligari gráturødd av sosialari indignatión, men ein frek, innalig og óhátíðarlig prosa, ið aftur torir at taka tøk við veruleikan, og søguni hjá einstaka menniskjanum til viðgerðar.  
Hin vegin hevur postmodernaða skaldsøgan ríka okkum við m.a. skemti, men rúmar hetta skemt álvara og hevur okkurt uppá hjartað sum hjá Harstad, so er tað gott. Rein ironi uttan botn, uttan stavnshald er tað sum er troyttandi og ein larmandi tóm provokatión, har hesir postmodernaðu persónarnir nærum virka sum autististar.  
 
»Game over« 
 
»Personen du elsker er 72,8% vand og det har ikke regnet på flere uker« 
Frá skaldsøguni.  
Matthias fer til grýluveitslu sum Buzz Aldrin tá hann er 17 ár, við hjelmi og øllum og svímar nærum av hita.  
Tá t.d. daman ger tað liðugt sigur høvuðspersónurin, sum annars er við at svíma, bert: »Emergency lift off. / Game over«. Her hava vit málið frá rúmdarferðunum og telduspølunum í einum, og hann brúkar hetta sera sparin, so at hetta ikki gerðast sentimentalt. Men vit sum eru uppvaksin við Atari, Amiga og telduspølum, vita at tá tað er »game over«, so hevur man tapt.  
 
The First Band on the Moon 
 
Alt sum høvuðspersónurin sær og upplivir verður uppliva við orðunum hjá atronatunum. Tá vit hugsa um, at teir lendu í »The Sea of Tranquility« er tað rættuliga poetiskt. Matthias lendir, og brennir nærum upp í atmosferuni ávegis, í Gjógv. Her eru Føroyar sum »The Other Side of the Moon«. Eitt land sum eingin sær, hugsar um, sum tó tey flestu vita er har. Føroyar í the »Sea of Tranquility«. Føroyar sum eitt ókent land, ið passar væl til Matthias, ið hevur sum lívsprojekt at gerðast ókendur. Dreymur hjá honum er at gera nyttu, ikki at vera sjónligur.  
Harstad lýsir modernaða Føroyar við stórum eymleika. Er Matthias ikki við Gjógv, er hann er í býnum í Havn, t.d. á Café Natúr ella í SMS. Men høvundin hevur eisini eini serlig ørindi við at brúka Føroyar sum stað og pall í hesi bókini, hann sigur m.a.: »Matthas fer til Føroyar fyri at gloyma seg, men endar við at finna seg sjálvan. Onkuntíð skal man ferðst til hina síðuna av mánanum fyri at finna heim.« 
 
Life  
 
Tað vóru ikki nógv sum sóu at Buzz Aldrin klokkan 04.15 loyp út á mánan, hann sakk tríggjar millimetur niður í mánan. Stuttligt at lesa okkurt, ið torir at skemta og at siga okkurt viðkomandi og poetiskt í senn. Slíkt er ja... vakurt.  
Tað er ikki ofta, at ein skaldsøga hevur kapitlar, ið eita eftir fýra plátum hjá The Cardigans. Fyrsti parturin eitur »First band on the Moon«, ið er sera vælvalt navn, i her kemur Matthias til Føroyar saman við orkestrinum. Annar parturin eitur »Life«, og hinir »Grand Turismo« og »Long Gone Before Daylight«. Neyðugt er helst at lesa bókina, fyri at síggja hvussu genialt hetta er. Tað er eisini deiliga óhátíarligt, at kalla partanir í bókini eftir svenskum popfløgum, og so er hetta entá á enskum. Eg kann hoya innangarð/uttangarðs málnationalistisku estetisku elituna í Føroyum eymka seg, gjørdi ein føroyskur høvundi hetta. 
 
»Grand Turismo« 
 
Matthias lendir, og brennir nærum upp í atmosferuni ávegis, í Gjógv. Her eru Føroyar sum »The Other Side of the Moon«. Eitt land sum eingin sær, hugsar um, sum tó tey flestu vita tó er har úti í sjónum. Føroyar í the »Sea of Tranquility«. Føroyar sum eitt ókent land, ið passar væl til Matthias, ið hevur sum lívsprojekt at gerðast ókendur. Dreymurin hjá honum er at gera nyttu, ikki at vera sjónligur.  
Bókin við forvitnisliga og deiliga skemtiliga heitinum Buzz Aldrin hvor ble det av deg i alt mylderet? er vælkomponera sum ein stór 632 siður long symfoni. Harstad brúkar stóra løriftið og málar eina megnar mynd av okkara tíð, ið er rasandi áhugaverd, humoristisk og tragikomiska melankolsk. Eg elski hesa bókina. Høvdu vit einaferð í framtíðini fingið føroyskar samtíðarskaldsøgur av hesum slag, við hesi góðsku vildi eg verið eydnuríkur. Skaldsøgan er vælskriva, skeg, óhátíðarlig (hetta er umráðandi ella avgerðandi kanska) og so er hon rørandi, ja veruliga djúpt rørandi. At duga at kombinera humor og tað sum er rørandi er sublimt.  
Harstad lýsir modernaða Føroyar við stórum eymleika. Er Matthias ikki í Gjógv, er hann er í býnum í Havn, t.d. á Café Natúr ella í SMS. Men høvundin hevur eisini eini serlig ørindi við at brúka Føroyar sum stað og pall í hesi bókini. Matthas fer til Føroyar fyri at gloyma seg, men endar við at finna seg sjálvan. Onkuntíð skal man ferðst til hina síðuna av mánanum fyri at finna heim. 
 
Johan Harstad  
Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet? 
640 síður. 329 kr. Útgivin av Norska Gyldendal.